Innanlands

Løgreglan kannar harðskapsmál í Havn

Ein maður, sum eyðsæð hevði verið útsettur fyri harðskapi, varð funnin liggjandi á gøtuni í miðbýnum í Havn, og løgreglan hevur myndir av einum møguligum gerningsmanni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-05 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um harðskap.

Tað var um tvey-tíðina leygarnáttina, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein maður var funnin liggjandi í Sverrisgøtu í Havn, og at tað var eyðsæð, at hesin hevði verið útsettur fyri harðskapi.

Órættaði, sum hevði fingið skaðar í andlitið, er avhoyrdur, og fer løgreglan at gera fleiri avhoyringar í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur myndir av einum møguligum gerningsmanni, og tá hesin er eyðmerktur, fer løgreglan at seta seg í samband við hann.

Dagførd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder