Innanlands

Stytta arbeiðsvikuna niður í fýra dagar

Hjá Wenzel og Bilrøkt eru tey frammanfyri politikararnar. Avgerð er tikin um, at stytta arbeiðsvikuna niður í fýra dagar, men starvsfólkini fáa kortini somu løn

Rúni Djurhuus, Høgni Eysturoy, Teitur Johanesen og Heðin Weihe (Mynd: Wenzel)

Rúni Djurhuus, Høgni Eysturoy, Teitur Johanesen og Heðin Weihe (Mynd: Wenzel)

2022-12-05 15:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjá Wenzel og Bilrøkt eru tey frammanfyri politikararnar, sum í hesum døgum lova at stytta arbeiðsvikuna.

Samtakið boðar í dag frá, at verkstøðini hjá Wenzel og Bilrøkt hava opið mánadag til hósdag frá klokkan 8 til 17, og stongt fríggjadag. Hetta verður galdandi frá januar 2023.

- Vit vita, at samfelagshjólini mala skjótt, og at nógvar familjur liva hamstaralívið, har tað er trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman.

- Leiðslan á Wenzel hevur tí avgjørt, at arbeiðsvikan á verkstøðunum frá 1. januar 2023 verður stytt niður í 4 dagar. Starvsfólkini fara sostatt at arbeiða 4 dagar og hava frí 3 dagar um vikuna, men við somu løn, verður sagt.

- Úr kanningum uttanlands hava vit sæð, at ein styttri arbeiðsvika gevur minni strongd, men eisini effektivari starvsfólk, og tí er hugsanin, at vit arbeiða færri tímar, men náa sama arbeiði. Tískil er vónin eisini, at hetta fer at geva viðskiftafólki okkara eina betri uppliving, tí starvsfólkini fáa enn størri yvirskot í arbeiðsdegnum.

Søludeildirnar á Wenzel og Bilrøkt fara tó enn sum áður at hava opið mánadag til fríggjadag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder