placeholder
Mentan

Danskur prestur til Íslands at byggja kirkju

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja íslendska filmin “Volaða land”

2022-12-05 16:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmurinn "Volaða land", sum filmsfelagið vísir mikukvøldið í Havnar Bio, gongur fyri seg síðst í nítjandu øld, tá ungi danski presturin, Lukas (Elliott Crosset Hove), verður sendur til Íslands. Langt burturi í Norðuratlantshavi skal hann fyri danska yvirvaldið reisa eina kirkju og fotografera fólkið. Komin til Íslands fær hann fólk at hjálpa sær, so hann kemur fram til fjaru bygdina. 

Í viðførinum hevur prestur ein stóran kross úr træi og so útgerð at taka fotomyndir við. Men tá hann tekur útgerðina fram og ger klárt at fotografera, má hann sanna, at bæði fólk og land halda seg burtur og skýggja alt hansara virksemi. Einki eydnast og tvørrandi kunnleikin til íslendska málið elvir til enn størri trupulleikar hjá danska prestinum.

Tess longur Lukas treingir inn í stóra og órørda landið, tess longur víkir hann frá kirkjuliga stavnhaldinum, og gevst sum frá leiður at fylgja trúarligum grundsjónarmiðum.

Framkomin fær hann innivist hjá danska keypmanninum, sum hevur tvær døtur. Nú tykist prestur at hava mist alla moralska javnvág.

Mitt í landslagnum, har hvør steinpirra er íbygd við sagnum og ævintýrum, kennist trækrossurin honum høpisleysur at bera.

Umframt Elliot Crosset Hove sum Lukas, síggja vit eisini Ingvar Sigurdsson, Vic Carmen Sonne og Waage Sandø.

Leikstjórin Hlynur Pálmason (f.1984) er íslendskur myndlistamaður, sum fyrr hevur gjørt fleirfalt virðisløntu filmarnar “Vinterbrødre (2017) og “Hvítur, hvítur dagur (2019), sum báðir hava verið vístir í Filmsfelagnum. Hlynur hevur eisini verið gestadómari í Geytadómsnevndini í 2018.

[object Object]
Hlynur Pálmason hevur leikstjórnað

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder