Innanlands

Uppihaldsøkið á Glaðsheyggi dagført og uppraðfest

Fitnessútgerðin á Glaðsheyggi er nú dagførd, umframt at økið er uppraðfest við spæliútgerð

Útgerðin trongdi nú til at verða dagførd, og nú er arbeiðið gjørt. Tað er danska fyritøkan Uniqa saman við feløgunum NDO Supply og Havin hava staðið fyri arbeiðnum

Útgerðin trongdi nú til at verða dagførd, og nú er arbeiðið gjørt. Tað er danska fyritøkan Uniqa saman við feløgunum NDO Supply og Havin hava staðið fyri arbeiðnum

2022-12-05 22:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv fólk brúka býin og uppihaldsøkini í býnum. Seinnu árini eru familjurnar í størri mun eisini farnar at brúka uppihaldsøkini í býnum til at stytta sær um løturnar, í staðin fyri einans at halda seg til sítt nærumhvørvið.

Fyri fáum árum síðani varð fríøkið á Glaðsheyggi útgjørt við fitness-reiðskapi, soleiðis at fólk kundu steðga á á gongutúrinum og røra seg á annan heilsugóðan hátt.

Útgerðin trongdi nú til at verða dagførd, umframt at ynski var um at uppraðfesta økið við spælireiðskapi, soleiðis at børn og familjur í størri mun kunnu njóta gleði av økinum, og soleiðis at miðbýurin hevur enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í kommununi.

Nú er so økið liðugt. Tað er danska fyritøkan Uniqa saman við feløgunum NDO Supply og Havin hava staðið fyri arbeiðnum.

Tórshavnar kommuna

[object Object]Ð
[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder