Uttanlands

Hava nú samráðst í 35 dagar

Politiska støðan í Danmark verður sammett við støðuna í 1975, tá Anker Jørgensen kom til valdið og stýrdi Danmark við at samráða seg til ein meiriluta frá máli til mál

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2022-12-06 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðkvinna í Danmark, samráðist nú á 35. degi eftir fólkatingsvalið framvegis at skipa stjórn.

Tað er bert hent einaferð fyrr í søguni, at tað hevur tikið so langa tíð at skipa stjórn í Danmark, skrivar Ritzau.

Tað var í 1975, tá tað endaði við, at sosialdemokraturin Anker Jørgensen gjørdist forsætisráðharri. Tá høvdu verið fýra drotningsumfør og tríggir ymiskir samráðingarleiðarar høvdu gjørt royndir at skipa stjórn, teirra millum táverandi forsætisráðharrin, Poul Hartling úr Venstra.

Danskur politikkur var tá nógv ávirkaður av óvæntaða valúrslitinum í 1973, tá Mogens Glistrup og Fremskridtspartiet komu inn á Fólkating við einum braki, fólkatingsvalið, sum í eftirtíðini er kallað ‘jordskredsvalget’.

Politiska støðan í Danmark í dag er eisini avbjóðandi, eins og hon var í sjeytiárunum. 12 flokkar eru á Fólkatingi, og bert ein stórur, sosialdemokratarnir.

Tí skulu fleiri flokkar til fyri at fáa meiriluta.

Í dag eru tveir nýggir flokkar á borgarliga vonginum, Moderaterne og Danmarksdemokraterne, komnir afturat við ávikavist 16 og 14 tingumboðum.

Um tað ikki eydnast Mette Frederiksen at skipa eina breiða stjórn, so endar politiska støðan nokk við, at sosialdemokratarnir aftur skipa eina minnilutastjórn einsamallir.

Tað metir Thorsten Borring Olesen, sum er søgufrøðingur á lærda háskúlanum í Aarhus.

- Tað kann koma at líkjast støðuni í 1970’unum, tá Anker Jørgensen mátti stýra við fleiri ymsum meirilutum tá politisku avtalurnar skuldu gerast.

- Tað sama kann Mette Frederiksen gera, um borgarligu flokkarnir ikki kunnu semjast um eina felags linju. So kann hon spæla teir út móti hvørjum øðrum, sigur søgufrøðingurin.

Í gjár ljóðaði, at sosialdemokratarnir og vinstriflokkurin vóru nær við at skipa stjórn. Tað var mett sum stórtíðindi, tá formaðurin fyri Venstre, Jakob Ellemann-Jensen, viðgekk fyri sjónvarpsstøðini TV2/News, at Venstre ‘kanska’ var á veg í eina stjórn saman við danska javnaðarflokkinum.

Les: Útlit til danska stjórn tvørtur um miðjuna 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder