Uttanlands

Teldusníkar hava lopið á russiskan banka

Kundarnir í stóra VTB-bankanum hava trupulleikar við at fáa samband við bankan umvegis app og heimasíðu

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-12-06 10:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski bankin, VTB, sum staturin eigur, og sum er næststørsti bankin í stóra landinum, er í dag raktur av ógvusligasta cyberálopinum í søgu bankans, skrivar Reuters.

Álopið hevur við sær trupulleikar hjá kundunum at fáa samband við bankan umvegis app á fartelefon og umvegis heimasíðuna. Men allar dátur hjá kundunum eru tryggjaðar, verður sagt.

- Tøkniliga undirstøðukervi bankans hevur verið úti fyri einum óvæntaðum teldusníkaálopi úr útlandinum. Talan er ikki bara um mest umfatandi álopið í ár, men í allari tíð, ið benkin hevur verið til, verður sagt á heimasíðuni hjá VTB-bankanum.

Fleiri teldusníkaálop hava rakt Russland síðan landið leyp á Ukraina í februar. Eitt nú hava bankin Sberbank, flogfelagið Aeroflot og heimasíðan hjá Kreml upplivað slík álop.

Russland hevur annars sjálvt verið lagt undir at standa fyri slíkum teldusníkaálopum síðan kríggið byrjaði, skrivar DR á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder