Mentan

Anna Malan fær skriviuppihald á Setrinum

Anna Malan Jógvansdóttir er ein av seks rithøvundum, sum hava fingið legat frá VELUX-grunninum, sum hevur til endamáls at fremja samrøðu millum hugvísindi og listaligt arbeiði og at stimbra fagurbókmentirnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-06 11:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

VELUX-grunnurin hevur eina royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at fremja samrøðu millum hugvísindi og listaligt arbeiði og at stimbra fagurbókmentirnar. Í tí sambandi letur grunnurin legat til rithøvundar at brúka til skriviuppihald, og Anna Malan Jógvansdóttir hevur nú fingið legatið, sum merkir, at hon fær skriviuppihald á útbúgvingini Listaligt arbeiði á Føroyamálsdeildini á Setrinum.

- Eg gleði meg til at vera partur av einum lesandi og skrivandi felagsskapi, har eg kann rannsaka, hvussu vit sum menniskju gera transaktiónir við súmbolum og virðum gjøgnum ritlistina. Vónandi fer tað at geva mær størri innlit í mítt egna bókmentaliga arbeiði, umframt hvat skaldskapur hevur at týða fyri onnur, sigur hon á heimasíðuni hjá Velux-grunninum.

Grunnurin hevur í royndartíðini samstarv við seks hugvísindaligar stovnar, og í ár er samstarvið víðkað við Fróðskaparsetrinum og universitetinum í Grønlandi. Hvør stovnur hevur høvi til at senda tvær umsóknir, sum verða skrivaðar í samstarvi millum ein rithøvund og ein granskara á viðkomandi stovni. Høvundarnir fáa 200.000 árliga í arbeiðslegati í tvey ár, og harafturat borgar grunnurin eisini fyri útreiðslunum til høvundaskrivstovu, umsiting o.a.

Hinir fimm høvundarnir, sum hava fingið legat, eru Sørine Steenholdt, René Jean Jensen, Peder Frederik Jensen, Alen Meskovic og Maja Lee Langvad.

Rithøvundarnir fáa nú arbeiðssess á universitetinum í Grønlandi, Aalborg Universiteti, Syddansk Universiteti og so á Fróðskaparsetrinum.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder