Innanlands

Vága kommuna gjørt samstarvsavtalu við MEA

Í dag skrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og Vígdis Skorheim, leiðari, fyri MEA, undir samstarvsavtalu, sum er galdandi frá 1. januar og eitt ár fram

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2022-12-06 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, týsdagin 6. desember 2022, skrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og Vígdis Skorheim, leiðari, fyri MEA – húsið fyri familjumenning, undir samstarvsavtalu.

Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið. Hon er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið, skrivar kommunan.

Avtalan gevur møguleika fyri at:

  • Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP skeið ókeypis.
  • Øll foreldrapør í kommununi, kunnu tekna seg til KIFF skeið ókeypis.
  • Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement, ella leysliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt enn betri parlag. KIFF skeiðið er til foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn

Verður undirtøkan nóg stór, verður miðjað í móti, at skipa okkurt skeið í Vágum, skrivar Vága kommuna.

Samstarvaavtalan er galdandi frá 1. Januar 2023 og eitt ár fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder