Innanlands

Stórur valfundur í Klaksvík

Búskapur, ferðavinna og umfar við forfólkunum verða á breddanum á Skúlatrøð í kvøld. Sjónvarpaði valfundurin byrjar klokkan 19.30

2022-12-06 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstríðið er í hæddini. Um tvey samdøgur hava nógvir føroyingar verið á vali, og nú snýr tað seg um hjá flokkunum at sannføra so nógv sum gjørligt um, hvar krossurin skal setast. 

Fyri løtu síðani vóru forfólkini á palli í ítróttarhøllini á Kambsdali, har Miðnámsskúlanæmingar og onnur lýddu á. Í kvøld verða tey á Skúlatrøð í Klaksvík, har eitt umfar við teimum er á skránni.

Eisini verða tvey stór evni tikin upp: Búskapur og ferðavinna. Harvið verða trý umboð fyri hvønn flokk at hoyra.

Hetta er triði og seinasti stóri almenni valfundurin hjá Kringvarpinum. Byrjað verður klokkan 19.30. 

Valfundur verður eisini millum annað í skúlanum í Fuglafirði í kvøld, har Heilsa/ítróttur, skattur og umhvørvið verða tikin upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder