Jólaaftansmorgun skipa Sundalagsfólk í renniskóm fyri hugnaligum tiltaki, har rennarar og jólagestir hittast.
Runnið verður millum kirkjurnar Hvalvík-Norðskála-Haldórsvík jólaaftansmorgun. Talan er um tilsamans 16 kilometrar, men tað ber væl til at koma uppí á leiðini, um tað hóskar betur við einum styttri teini.
Byrjað verður klokkan 9.00 frá Hvalvíkar kirkju og klokkan 9.30 frá kirkjuni við Norðskála.
Tey, ið vilja renna 24 kilometrar byrja frá Hósvíkar kirkju klokkan 08.15, og taka tað, sum restar í, tá ið komið er til Haldórsvíkar.
Sunda kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald