Uttanlands

USA letur 800 milliónir dollarar til Ukraina næsta ár

Stuðulsupphæddin, sum er samtykt av bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum, svarar til 5,7 milliardir krónur

Síðan Joe Biden gjørdist forseti hevur USA latið meira enn 19,3 milliardir dollarar til Ukraina (Mynd: EPA)

Síðan Joe Biden gjørdist forseti hevur USA latið meira enn 19,3 milliardir dollarar til Ukraina (Mynd: EPA)

2022-12-07 15:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska Umboðsmannatingið og Senatið hava samtykt at lata í minsta lagi 800 milliónir dollarar – 5,7 milliardir í okkara krónum – í hernaðarstuðul til Ukraina í 2023.

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevði annars í fyrsta umfari bert biðið um eina hálva milliard dollarar, ið svarar til uml. 3,5 milliardir krónur.

Hesin peningurin er partur av einari størri hernaðarjáttan, sum er vorðin samtykt árliga síðan 1961. Hon er til alt frá hermannaløn til keyp av krígsskipum og flogførum.

Fyrst í november skrivaði amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, at USA tilsamans hevði latið meira enn 19,3 milliardir dollarar til Ukraina, síðan Joe Biden tók við sum forseti. Talan er um eina upphædd, ið svarar til uml. 136,5 milliardir krónur, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder