Hvat hendur aftan á valið?

Samgongan frá 2019 er ikki til longur, og eftir valið er sannlíkt, at teir flokkarnir ikki longur hava meirilutan á tingi. Aftan á løgtingsvalið verður nýggj samgonga helst skipað, sum vit hava siðvenju fyri í Føroyum

Økið uttanfyri løgtingið er í løtuni eyðkent av, at arbeitt verður við at gera okkurt, sum skal minna um Havnará. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

Økið uttanfyri løgtingið er í løtuni eyðkent av, at arbeitt verður við at gera okkurt, sum skal minna um Havnará. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

2022-12-07 21:13 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Løgmaður og landsstýrisfólk fara ikki frá, hvørja ferð ið løgtingsval verður hildið. Tey vera sitandi, til tey annaðhvørt siga seg úr starvi ella verða søgd úr starvi. Ein triði møguleiki er sjálvandi eisini, at fólk doyggja.

Løgmaður er tann myndugleiki, sum kann siga landsstýrisfólk úr starvi. Løgtingið er tann myndugleiki, sum kann siga løgmann úr starvi. Men so leingi, sum løgmaður ikki hevur meiriluta ímóti sær, kann hann vera sitandi. Tað eitur negativ parlamentarisma.

Samgonga og andstøða
Í Føroyum hava vit siðvenju fyri at skipa meirilutasamgongur við minst 17 tingfólkum. Tað er júst nóg mikið til, at samgongan hevur nóg nógvar atkvøður í tinginum, til álítandi at fáa lógaruppskot samtykt og gjørd til lóg.

Samgongur verða skipaðar við, at politiskir flokkar taka seg saman og gera avtalur um m.a. hvør politikkur ið skal førast, og hvussu álitissessir bæði í tinginum og í landsstýrinum skulu mannast.

Tá úrslitið av valinum er greitt, sæst eisini, hvussu samgongur kunnu skipast. Tá snýr tað seg bæði um, hvønn politikk flokkarnir hava, og hvussu flokkar kunnu setast saman, soleiðis at mann kemur upp á minst 17 tingfólk.

Samgongusamráðingar
Verður løgmaður fyribils sitandi, sum sannlíkt er eftir hetta løgtingsvalið, so liggur bólturin fyrst hjá honum, ið hvussu so er fyribils. So leingi, sum hann ikki hevur meiriluta ímóti sær kann hann royna at tosa við aðrar flokkar og royna at gera landsstýrissamgongu. Aðrir flokkar kunnu tó samráðast rundan um hann og gera avtalu um samgongu.

Tað kann eisini henda, at løgmaður sigur sessin frá sær. Tá hevur Stýrisskipanin eina mannagongd við, at formaðurin á løgtingi boðar flokkunum á tingi til eina ávísa samráðingartilgongd. Við tí mannagongdini skal tingformaðurin leggja uppskot fyri tingið um løgmann.

Samráðingar um samgongu plaga í Føroyum at føra til, at flokkarnir gera eina skrivaða avtalu. Tað nevna vit eitt samgonguskjal. Samgonguskjøl verða vanliga undirskrivað á almennum fundi í Tinganesi, og tey verða eisini almannakunngjørd í miðlunum.

Samstundis sum samgonga verður skipað, verður avtala eisini gjørd um, hvussu ymsir álitissessir skulu mannast. Tað er, hvør ið skal vera løgmaður og landsstýrismenn, umframt formansskapurin í tinginum, ymsar nevndir í tinginum og í Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið.

Øll tann tilgongdin fer í gongd, tá ið úrslitið av valinum er greitt, og vit vita, hvussu nýggja tingið er mannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder