Valluttøkan plagar at vera um 90 prosent

Løgtingsval er í dag. Føroyingar plaga at vera raskir at ganga á val. Seinastu hálvu øldina hevur tað serliga verið løgtings- og kommunuval, sum hevur fingið føroyingar at møta upp og seta sín kross

Sum heild er valluttøka høg í Føroyum. Og tað er løgtingsval, ið føroyingar vísa størstan áhuga fyri. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

Sum heild er valluttøka høg í Føroyum. Og tað er løgtingsval, ið føroyingar vísa størstan áhuga fyri. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

2022-12-08 07:41 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Seinasta val í Føroyum var fólkatingsvalið fyrr í ár, sum í Føroyum varð hildið 31. oktobur. Luttøkan var 70,8 prosent, um vit ikki telja blankar og ógildigar atkvøður við. Hóast, at tað er óvanliga høgt fyri fólkatingsval í Føroyum, so er tað lutfalsliga lítið, um vit samanbera við onnur val í Føroyum seinastu valini.

Seinasta kommunuval í Føroyum varð hildið 11. oktobur 2020. Luttøkan var tá 84,1 prosent, um vit ikki telja blankar og ógildigar atkvøður við. Í hesi øldini hevur luttøkan á kommunuvali altíð verið yvir 80 prosent.

Hægsta valluttøkan í Føroyum er tó til løgtingsval. Luttøkan á seinast løgtingsvali í 2019 var 89,4 prosent, um blankar og ógildigar atkvøður ikki verða taldar við. Hesa øldina hevur valluttøkan verið um 90 prosent til øll val uttan í 2011. Tá var hon niðri á 86 prosentum. Tað ljóðar kanska lítið fyri eitt løgtingsval, men tað er høgt, um vit samanbera við onnur val.

Á løgtingsvalinum hesuferð, 8. desembur, hava 39.017 fólk atkvøðurætt. Tað umfatar m.a. 589 fólk, sum eru uttanlands í útbúgvingarørindum, og sum í løtuni ikki búgva í Føroyum.

Sí annars valluttøku til løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval síðan 1970 niðanfyri.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder