Innanlands

Teitur aftur á ákærubonkinum: Dómur fellur beint fyri jól

Ikki vist, at Teitur Skoubo verður til staðar tá dómur fellur í málinum 21. desember, tí hann skal nevniliga heim til Føroya at halda jól

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-07 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, hevur verið tíðum verið gestur í rættarhølum seinasta hálva árið.

Les eisini: Teitur Skoubo er frælsur maður

Í dag var hann aftur á ákærubonkinum, og hesaferð í Keypmannahavnm í einum harðskapsmáli frá 2019.

Hendingin skal vera farin fram á dansistaðnum Hive 6. september 2019 klokkan tvey um náttina. Teitur Skoubo er ákærdur fyri at hava sligið ein persón við plastikkbikari í høvdið.

Les eisini: Teitur Skoubo skal hava endurgjald

Teitur Skoubo noktar seg sekan, og segði seg vera órógvaðan og hóttan av tí órættaða. Men tann órættaði vil vera við, at Teitur í tveimum førum hevur stoytt drykk á seg.

Ætlanin var at avgreiða málið í dag, men tí at vitni ikki møttu upp, varð tað útsett til 21. desember.

Teitur hevur játtað, at rættarmáli kann halda fram uttan at vera til staðar. Hetta tí, at Teitur helst skal til Føroya at halda jól.

Se og Hør hevur eina gjøgnumgongd av útsagnunum hjá teimum báðum, Teiti og tí órættaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder