Innanlands

Valstøðini lata upp klokkan 10

39.017 hava valrætt í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-08 06:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Klokkan 10 lata 57 valstøð upp kring alt landið, og løgtingsvalið 2022 verður skotið í gongd.

39.017 hava valrætt, og hetta eru 1.196 fleiri enn á seinasta løgtingsvali. Av hesum eru 589 lesandi uttanlands sammett við 375 á seinasta løgtingsvali.

Størsta valstaðið er á Hálsi í Havn við 13.182 veljarum, og tað minsta er í Hattarvík við 10 veljarum. Hetta er samstundis tað minsta loyvda veljaratalið á einum valstað, sbr. § 21 í løgtingsvallógini.

Valt verður fram til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder