Innanlands

Kanna møguligt innbrot í Rúsuni

Ein rútur varð brotin í deildini hjá Rúsdrekkasøluni við Norðskála í nátt – enn óvist um nakar hevur verið inni

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2022-12-08 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan trý í nátt fekk løgreglan boð um, at ein rútur varð brotnaður hjá rúsdrekkasøluni við Norðskála.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at enn hevur løgreglan ikki fingið endaliga staðfest um fólk hava verið inni.

Ein alarmur fór í gongd beinanvegin, og starvsfólk hjá Rúsdrekkasøluni vóru skjót á staðnum, greiðir løgreglan frá.

Løgreglan er nú farin at tryggja sær upptøkur frá vakmyndatólum bæði inni í Rúsuni og hjá fyritøkum í grannalagnum fyri at fáa staðfest hvat hevur verið av aktiviteti í økinum í nátt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder