Mentan

Páll Vang, fyrrverandi borgarstjóra á Tvøroyri, til minnis

Týsdagin 3. januar andaðist Páll Vang 73 ára gamal. Páll varð føddur á Tvøroyri, hin 8. august 1949 og tók hann í 1973 læraraprógv á Holbæk Seminarium

2023-01-06 11:11 Author image
Minningarorð / Tvøroyrar kommuna
placeholder

Týsdagin 3. januar andaðist Páll Vang 73 ára gamal. Páll varð føddur á Tvøroyri, hin 8. august 1949 og tók hann í 1973 læraraprógv á Holbæk Seminarium. 

Páll arbeiddi sum lærari eitt tíðarskeið á Venjingarskúlanum í Havn og síðan í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúlum. Afturat læraragerninginum, hevði Páll meklaravirki frá 1986-93.

Páll er tó einamest kendur fyri politiska virksemi sítt og sat hann í Tvøroyrar býráð frá 1985-2000. Frá 1993-96 og 1997-2000 sat Páll sum borgarstjóri á Tvøroyri. Frá 1981 til 1985 var Páll landsstýrismaður í landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálum.

Lovandi yrkisleiðin hjá virkna sevmýrismanninum fekk ein bráðan enda sjálva jólaaftan í 1999, tá Páll gjørdist illa sjúkur og varð lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hóast Páll fekk góða viðgerð og kom fyri seg aftur, gjørdi støðan tann, at Páll mátti trekkja seg sum borgarstjóri og av arbeiðsmarknaðinum.

Árini síðan álvarsama tilburðin jólaaftan í 1999 hava sjálvandi verið merkt av álvarsomu sjúkrastøðuni, men Pálli so líkt, so hevur hann stríðst fyri sínum, fyri at kunna vera ein partur av uppvøkstrinum hjá børnum og abbabørnum – eitt stríð, ið vardi yvir 23 ár.

Tvøroyrar kommuna vil takka Páll Vang fyri tíðina sum býráðslimur og borgarstjóri. Tøkk fyri eitt virðiligt og gevandi tíðarskeið á Tvøroyri.

Friður verið við minninum um Páll Vang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder