Innanlands

- Vit kláraðu koronakreppuna lutfalsliga væl

Sí myndirnar - Almennu Føroyar hava eftirmett stýringina av kreppuni, sum uppstóð tá koronasmittan rakti okkum í 2020. Vit stóðu royndina

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-09 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leiðarar frá so at siga øllum stovnum og ráðum innan tað almenna vóru til staðar á Panorama á Hotel Hafnia fyrrapartin, tá løgmansskrivstovan hevði kallað til framløgu av síni eftirmeting av hvussu landsstýrið stýrdi seg ígjøgnum korinakreppuna frá mars 2020 til februar 2022.

Og niðurstøðan er, at vit kláraðu okkum lutfalsliga væl.

Tað er Rógvi Ólavsson, fulltrúi hjá løgmanni, sum hevur orðað samandráttin, ið er bygdur á spurnarbløð, sum almennir stovnar og aðrir myndugleikar, fakfeløg og fyritøkur, hava sent inn.

- Um vit samanbera okkum við onnur lond, so kláraðu Føroyar seg væl gjøgnum covid-19 kreppuna, staðfesti Rógvi Ólavsson, og bygdi hetta á tríggjar sannroyndir:

  • Fá fólk doyðu av sjúkuni í Føroyum
  • kreppan ávirkaði gerandislívið í minni mun í Føroyum enn aðrastaðni
  • hugburðurin hjá almenninginum gjøgnum at kalla alla kreppuna var, at tiltøkini hjá myndugleikunum vóru hóskandi

Serliga verður tikið fram, at vit høvdu eina framúr tilbúgving klára til at testa fyri smittuna, og tí megnaðu at kanna øll, sum høvdu tørv á tí. Eisini tá størst strýst var á skipanina. Hin 17. januar, tá omikron-frábrigdið herjaði upp á tað harðasta, vórðu 5.208 kanningar gjørdar upp á eitt samdøgur – tað er 10 prosent av fólkinum í landinum!

Vilvirkandi sosialt eftirlit

Ein onnur óbeinleiðis niðurstøða í kanningi er eisini, at tað sokallaða sosiala eftirlitið virkaði óvanliga væl.

Avbjóðingin við stýringini undir koronakreppuni var nevniliga, at lógarmyndugleikin ikki liggur í Føroyum, men í Danmark.

So í staðin at stýra við lóggeving, valdi landsstýrið at stýra við tilmælum.

Trupulleikin við tilmælum – ella avbjóðingin – er, at eitt tilmæli ikki kann brótast, og myndugleikin, løgfrøðiliga, tí ikki kann fara eftir teimum, sum ikki halda tilmælini.

Men her vísti tað seg, at fólkið tók undir við tilmælunum, sum vórðu givin. Ansað var alla tíðina eftir, at tilmælini ikki vóru strangari enn neyðugt, og at tað var ein javnvág millum, hvussu forðast kundi fyri at ov nógv fólk doyðu og at heilsuverkið varð ov hart lastað og at samfelagið so ella so kundi halda fram at virka.

Tað vísti seg, at fólkið tók undir við hesum tilmælum, og helst onkursvegna sjálvt hevur ansað eftir, at øll hildu seg til hesi tilmæli – altso tann sosiali kontrollurin fungeraði.

Kostaði góða hálva milliard

Eftirmetingin kemur eisini inn á, hvussu koronakreppan ávirkaði eitt nú heilsuøkið, eldraøkið og onnur øki, hvussu samfelagið hevur tillagað seg, eitt nú innan samstarv og innan undirvísing og frálæru, men eisini hvussu kreppan hevur ávirka starvsfólkatrivnaðin á arbeiðsplássunum.

28 fólk doyðu við ella av korona í Føroyum, sambært frágreiðingini, svarandi til 518 deyð pr. millión fólk. Hetta er nakað meira enn í Íslandi, men nógv minni enn í nógvum øðrum londum, eitt nú í USA, Bretlandi og Italia, har talið av deyðum pr. millión íbúgvar lá oman fyri 2.500.

Koronakreppan kostaði landskassanum eina góða milliard krónur í árumum 2020 og 2021. Mest fór til  hjálparpakkar til vinnulív og mentan, 204 milliónir og tilbúgving, kanningar og kopppseting 152 milliónir (harav knappar 30 milliónir komu aftur fyri koronakanningar av ferðandi).

Løgmansskrivstovan ger vart við, at henda kanningin ikki er nøkur endalig eftirmeting, men ein partur av eini samlaðari eftirmeting, sum leggur dent á hvussu tað eydnaðist at stýra kreppuni.

Undir framløguni varð Rógvi Ólavsson spurdur um hví almenningurin ikki varð spurdur og heldur ikki Føroya Løgting. Svarið var, at tað varð ikki mett neyðugt fyri at gera júst hesa kanningina, sum einans skal metast sum ein av nógvum niðurstøðum, sum hava verið og verða gjørdar í sambandi við korona-kreppuna.

Eftirmetingin “Hvussu stýrdu Føroyar gjøgnum Covid-19 kreppuna?” kann lesast her 

Seinni verða spurnarbløðini, sum kanningin byggir á eisini at síggja á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni 

Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder