Mentan

Runt allar Føroyar – sangur um føroyskar sjeikar

Herborg Torkilsdóttir hevur aftur skrivað ein nýggjan sang – hoyr hann her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-01-19 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herborg Torkilsdóttir kemur í dag út við nýggjum fittum sangi, sum kann upplivast á Youtube. Sangurin snýr seg um allar teir fittu sjeikarnir, sum ganga leysir her á landi.

Herborg skrivar soleiðis um sangin:

- Í Føroyum eru umleið 2.000 fleiri mannfólk enn konufólk, og hóast tað, so eru nógvar stakar kvinnur, í øllum aldri,  runt allar Føroyar. Onkrar ynskja sjálvandi at vera stakar, meðan nógvar siga seg vera leitandi.

- Man tað, í onkrum føri, vera tí, at vit kanska eru heldur óvilligar til, at flyta leitanina útum okkara egna øki? Vilja havnardamurnar hava ein úr Havn? Vilja tær úr Vestmanna bara hava ein úr Vestmanna?

- Hesin sangurin snýr seg um eina kvinnu 40+, sum hevur valt, at víðka um horisontin og taka túrin “Runt allar Føroyar”, i leitanini eftir sínum lívspartnara.

Herborg Torkilsdóttir hevur sjálv gjørt orð og lag. Danny Beck í Manchester hevur framleitt. Sangurin er upptikin hjá Kristoffur Mørkøre. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder