Uttanlands

Eftirmaðurin hjá Jacinda Ardern eitur Chris Hipkins

Hann var tann einasti, sum bjóðaði seg fram at yvirtaka leiðsluna av Labour-flokkinum og harvið eisini forsætisráðharrasessin, nú Jacinda Ardern fer frá

Chris Hipkins tosar við miðlarnar, eftir at tað er vorðið greitt, at hann var einasta valevni, sum bjóðaði seg fram at taka yvir eftir Jacinda Ardern (Mynd: Reuters)

Chris Hipkins tosar við miðlarnar, eftir at tað er vorðið greitt, at hann var einasta valevni, sum bjóðaði seg fram at taka yvir eftir Jacinda Ardern (Mynd: Reuters)

2023-01-21 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður núverandi nýsælendski ráðharrin í útbúgvingarmálum, Chris Hipkins, sum skal yvirtaka formanssessin í Labour-flokkinum, tá Jacinda Ardern, núverandi forsætisráðharrin, fer frá.

Tað var hósdagin, at 42 ára gamla Jacinda Ardern, sum hevur verið forsætisráðharri síðan oktober 2017, boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær sum floksforkvinna og forsætisráðharri, og 44 ára gamli Chris Hipkins var tann einasti, sum bjóðaði seg fram at taka yvir eftir henni.

Hipkins væntast at verða endaliga góðkendur sum floksformaður og harvið eisini forsætisráðharri sunnudagin, tá tinglimir hjá Labour skulu atkvøða um málið. Skal Hipkins verða valdur, skal hann hava undirtøku frá tveimum triðingum av teimum.

Chris Hipkins hevur, umframt at vera ráðharri í útbúgvingarmálum, eisini verið heilsumálaráðharri og ráðharri við ábyrgd av koronahandfaringini undir koronafarsóttini.

Jacinda Ardern fer frá 7. februar, og kann tað enda við, at eftirmaður hennara bert fær nakrar mánaðir í forsætisráðharrasessinum, tí 14. oktober verður val í Nýsælandi.

Les eisini: Ardern gevst sum stjórnarleiðari í Nýsælandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder