Mentan

FMA 2023 verður 11. mars

Tiltakið, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað, verður hildið fyri 10. ferð í ár

FMA verður, sum tað plagar – tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum, fullur salur í Norðurlandahúsinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli, siga fyriskiparar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

FMA verður, sum tað plagar – tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum, fullur salur í Norðurlandahúsinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli, siga fyriskiparar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-23 11:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri FMA, har vit fagna føroyskum tónleiki við livandi tónleiki og virðislønahandanum.

Tónleikasamband Føroya skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.

FMA verður, sum tað plagar – tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum, fullur salur í Norðurlandahúsinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Tiltakið er í ár fyri innbodnum gestum.

Savnandi tiltak
Tónleikasamband Føroya er á fyrsta sinni høvuðsfyriskipari av FMA.

Tónleikasamband Føroya var sett á stovn 1. mars 2022. Í sjálvum sær er tað ein varði, at Tónleikasambandið skipar fyri tiltakinum innihaldsliga, men høvið verður eisini nýtt til at hátíðarhalda tveir føðingardagar – 10 ára dagin hjá FMA og 40 ára dag hjá Norðurlandahúsinum.

Tónleikasambandið er meginfelag og landsfelag hjá tónlistafeløgunum í Føroyum og samstundis ovasti felagsskapur innan tónleikavirksemi, tað veri seg innan føroyska tónleikamentan og siðaarv í breiðastu merking, framleiðslu og framførslu v.m.
FMA er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um øll sløg av tónleiki. Undanfarnu tiltøkini hava verið serstakliga væl móttikin – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Aftan á 10 ár kann staðfestast, at FMA er komið fyri at verða.

Hevur tú útgivið tónleik sjálv/ur? Ella við øðrum plátufelagi enn Tutl?

Í løtuni verður arbeitt við at savna tónleikin, sum er útgivin í 2022.

Í hesum sambandi sóknast Tónleikasambandið eftir tónleiki, ið er útgivin í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember í 2022, sum ikki er útgivin av plátufelagnum Tutl.

Nýggjur tónleikur, sum IKKI er útgivin av plátufelagnum Tutl, skal sendast til teldupostadressu [email protected]. Hetta fyri at tryggja at øll, sum hava útgivið tónleik í farna ári, eru í uppskoti til virðisløn á ársins FMA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder