Uttanlands

Unicef: Kríggið í Ukraina ávirkar skúlagongdina hjá fleiri enn fimm milliónum børnum

Túsundatals skúlar hava fingið skaða ella eru oyðilagdir, foreldur aftra seg við at senda børnini í skúla, og álopini á ukrainska undirstøðukervið hevur eisini ávirkað møguleikan hjá børnunum at fylgja undirvísing á netinum

Skúli í bygdini Drobysheve, í Donetsk-landslutinum í Eysturukraina (Mynd: EPA)

Skúli í bygdini Drobysheve, í Donetsk-landslutinum í Eysturukraina (Mynd: EPA)

2023-01-24 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kríggið í Ukraina hevur ávirkað skúlagongdina hjá fleiri enn fimm milliónum ukrainskum børnum, sigur barnafelagsskapurin hjá ST, Unicef sambært Ritzau.

Koronafarsóttin elvdi til trupulleikar á útbúgvingarøkinum, og støðan er bert versnað undir krígnum, sum byrjaði fyri júst 11 mánaðum síðani.

Tað er serliga ringt í eystara parti av Ukraina, har Krim-hálvoyggin hevur verið hersett av Russlandi síðan 2014.

Túsundatals skúlar og aðrir útbúgvingarhentleikar hava fingið skaða ella eru oyðilagdir undir krígnum, og nógv foreldur aftra seg eisini við at senda børnini í skúla, tí tey stúra fyri trygdini hjá børnunum.

Nærum tvær milliónir ukrainsk børn fáa undirvísing á netinum, meðan 1,3 milliónir fáa eina samanseting av floksundirvísing og undirvísing á netinum. Men álopini á ukrainska undirstøðukervið hava havt við sær streymslit nógvastaðni, og hevur tað eisini ávirkað møguleikan hjá børnunum at fingið undirvísing á netinum.

Sambært Unicef eru tveir triðingar av teimum børnunum, sum eru rýmd úr Ukraina heldur ikki innskrivað í skúla. Hetta er m.a. orsakað av, at tað summastaðni ikki er møguligt at undirvísa børnini, meðan aðrar familjur hava valt at lata børn síni fylgja undirvísing á netinum, tí tey vóna at kunna fara heimaftur til Ukraina skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder