Mentan

Metnógv vitjaðu Listasavnið í fjør

Listasavnið hevði tilsamans 28.197 gestir á gátt í 2022, 11.000 fleiri enn í 2021

(Mynd: Listasavn Føroya)

(Mynd: Listasavn Føroya)

2023-01-24 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ongantíð hava so nógv vitjað Listasavn Føroya sum í 2022.

Listasavnið fekk tilsamans 28.197 gestir á gátt í fjør. Av hesum vóru 14.777 føroyingar, 10.981 útlendingar, umframt at skúlar og aðrir stovnar eisini vóru á gátt.

11.000 fleiri enn í 2021

Til samanberingar vóru 4.914 føroyingar og 6.452 útlendingar á vitjan í 2019, árið áðrenn koronafarsóttin rakti, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Í 2021 vitjaðu 17.065 gestir Listasavnið, sum tá var met. Tá var talan tó ikki um fult kalendaraár, tí savnið í november mátti lata aftur vegna umvæling.

– Vit fegnast um stóru framgongdina av vitjanum, og eru sertakliga takksom fyri, at so nógvir føroyingar brúka savnið og síggja eitt so stórt virði í føroyskari list og mentan. 

– Á Listasavni Føroya gera vit nógv buturúr at vera eitt stað fyri øll. Tí royna vit altíð at skipa okkara virksemi og skipa fyri framsýningum og tiltøkum eftir júst tí, skrivar Listasavnið.

Eitt hendingaríkt ár

2022 var eitt sera hendingaríkt ár hjá Listasavni Føroya.

– Um várið var framsýning við heitinum “Landslagið í broyting”, har føroyska nátturan var í sjóndeplinum. Vit skipaðu fyri barnatiltøkum; herundir Savnsfagnaðinum, føstulávint-, páska- og jólaklipp og Halloweenhaldi. Vit bjóðaðu tónleikaupplivingar í samstarvi við Summartónar og serframsýningarnar Várframsýningina “Fláffy United”, hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk og Ólavsøkuframsýningina hjá Listafelag Føroya.

– Í august lat stóra serframsýningin “Brot” upp, ið sýndi fram føroyska samtíðarlist í stórum vavi, og í september og oktober hýstu vit fyrstu framsýning nakrantíð á einum tjóðarlistasavni, við myndum gjørdar av eftirgjørdum viti, Artificial Intelligence, “/Imagine the Faroe Islands”. Ein framsýning, sum serstakliga nógv ung og menn sýndu áhuga.

– 2022 var eisini árið, har nýtt átak byrjaði á Listasavninum, nevniliga kvøldaropið 1. hóskvøld í hvørjum mánaði, har ymisk evni og innihald vóru á skrá.

– Størst av øllum hendingunum má tó vera upplatingin av nýggju kafeini, Kafé List, sum lat upp í apríl, og sum hevur givið eyka gleði, gestunum at frama.

– Tað er við einum jaligum lyndi og vón, at vit stíga inn í eitt nýtt ár, sum vit gott kunnu avdúka, verður eitt eins hendingarríkt ár, sum tað farna, skrivar Listasavn Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder