Innanlands

Sáttmálasamráðingarnar byrja aftur í næstu viku

Tað eru nógv á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið skulu hava nýggjan sáttmála

2023-01-25 10:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani løgtingsvalið varð skrivað út í november hevur ligið stilt í samráðingunum millum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og fleiri stór fakfeløg.

Tað verður tó skjótt at umboð fyri ymisk starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum sita yvirav teimum frá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Samráðingarnar verða væntandi tiknar uppaftur einaferð í næstu viku, sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, við Kringvarpið

Tað er púra vanligt, at bíða verður slíkum í tíðini upp til val, meðan samgonga og landstýrið verða skipaði, og fyrstu tíðina eftir at samgonguskjalið er undirskrivað.  

Nú skal tó gongd á. Tað eru nógv almenn starvsfólk, ið skulu koma undir nýggjar sáttmálar. Jan Mortensen sigur við Kringvarpið, at millum tey stóru fakfeløgini, ið skulu til samáðingar, eru Lærarafelagið, Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Akademikarafelagið. Tað er ikki gjørt greitt, hvørjum tað verður byrjað við.

Sambært Jan Mortensen skulu sáttmálasamráðingar leggja upp fyri øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum seinasta árið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder