Innanlands

Hámarksferðin sett niður á Hvítanesvegnum í tólv tímar

Frá klokkan 18 í kvøld til í morginárini klokkan seks er hámarksferðin á vegastrekkinum frá Kúrdalsvegnum niðan til rundkoyringina á Hvítanesvegnum 30 km/t. Hetta er vegna grevstur

2023-01-25 13:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá mikukvøldinum 25. januar klokkan 18 til hósmorgunin 26. januar klokkan 6 grevur kommunan á Hvítanesvegnum. Talan er um vegastrekkið frá Kúrdalsvegi niðan til rundkoyringina á Hvítanesvegnum.

Meðan grevsturin fer fram, verður ferðslan tarnað og hámarksferðin sett niður til 30 km/t.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder