Innanlands

Borgarafundur um miðbýarkjarnuna verður í Finsen í kvøld

Osbjørn Jacobsen, arkitektur, fer at leggja fram skitsuuppskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur”

2023-01-25 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er arbeiði við at gera eina ítøkiliga ætlan um eina miðbýarkjarnu í høvuðsstaðnum komin væl áleiðis.

Henning Larsen / Osbjørn Jacobsen arkitektar fingu hetta arbeiðið, tá kommunan beyð tað út í fjør. Sáttmáli varð gjørdur í september og nú verður skitsuuppskotið lagt fram fyri almenningin, skrivar torshavn.fo.

Hetta verður gjørt á borgarafundi á Finsen í kvøld. Tað er Osbjørn Jacobsen, ið fer at leggja fram skitsuuppskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur”.

Fundurin í Finsen byrjar klokkan 19.

[object Object]Mynd: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder