Innanlands

Samanstoytur á Høgareyni

Bilur støðgaði fyri seyði og varð árendur aftanífrá

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-26 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv blá blunk vóru at síggja á Høgareyni í morgun í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp, men onki álvarsligt er á vási, upplýsir løgreglan.

Tað var ein bilur á veg úr Vestmanna, sum knappliga mátti bremsa fyri einum seyði, sum var á vegnum. Bilurin slapp undan at raka seyðin, men ikki undan bilinum, sum kom aftaná, og ikki náddi at bremsa.

Løgregla og sjúkrabilur vóru – sambært forskriftunum – send á staðið, men ongin mannskaði hendi, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder