Tað vóru arkitektarnir Henning Larsen/Osbjørn Jacobsen, sum fingu hetta arbeiðið, tá kommunan tað út í fjør. Sáttmáli varð gjørdur í september, og í gjárakvøldið varð skitsuuppskotið longu lagt fram fyri almenningin.
Fundurin byrjaði við, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur orð um ætlanina. Síðan greiddi Birita Wardum, býararkitektur, frá tilgongdini í málinum, áðrenn Osbjørn Jacobsen, arkitekur, legði sjálvt uppskotið fram.
Osbjørn Jacobsen greiddi frá, at her er talan um miðstaðarkjarnuna í Tórshavn og harvið eisini í øllum Føroyum. Tað er eyðsæð at okkurt skal gerast, um stígur ikki skal koma í menningina av miðbýarkjarnuni, men samstundis hevur tað alstóran týdning, at øll framtíðartiltøk og broytingar verða gjørd við skili - rótfest í eini fakliga væl grundaðari ætlan.
Hann nevndi, at hetta er ein uppgáva, ið farast skal undir við eyðmýkt. Her er neyðugt við eini væl tillagaðari javnvág - millum eyðmýkt og visjón fyri menningina av býnum.
Osbjørn Jacobsen greiddi frá, at her er talan um miðstaðarkjarnuna í Tórshavn og harvið eisini í øllum Føroyum
Birita Wardum, býararkitektur, greiddi frá tilgongdini í málinum
Yvirskipað hevur Tórshavnar Kommuna lýst uppgávuna soleiðis: “Ynskið er at endurskoða miðbýarkjarnuna í tann mun, at býurin verður tættaður við fleiri bústøðum og trivnaðarligum átøkum, samstundis sum at eyðkenni í miðbýnum verða varðveitt og styrkt.”
Uppskotið kemur at liggja til grund fyri framtíðar skipanini av miðbýnum, og verður grundarlagið undir eini komandi serstakari byggisamtykt.
Frágreiðingin fer í smálutir við tí mesta og umfatar nógvar analysur, sól- og skuggakanningar, trø og vøkstur, klimatiskar kanningar, konsekvensanalysur og niðurstøður. Fleiri uppskot eisini um, hvussu fleiri íbúðir kunnu útvegast í miðbýnum.
Talan var í stuttum um eina spennandi og frálíka framløgu, sum ein stúgvandi full høll í Finsen tók væl ímóti. Spurningarnir aftaná vóru fáir og viðmerkingarnar sveimandi, nógv merktar av, at fólk tóku ætlanina sum eina endaliga loysn, tó at talan bert er um eitt skitsuuppskot at byggja víðari á – sum tey eisini sjálv fáa ávirkan á.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald