Innanlands

Almenn móttøka fyri Heðini Mortensen fríggjadagin 3. februar

Hetta er í samband við, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur sitið í býráðnum í 50 ár

Móttøkan verður í Høllini á Hálsi frá klokkan 15 til klokkan 18 (Mynd: torshavn.fo)

Móttøkan verður í Høllini á Hálsi frá klokkan 15 til klokkan 18 (Mynd: torshavn.fo)

2023-01-26 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heðin Mortensen varð fyrstu ferð valdur inn í Tórshavnar býráð 8. desember 1972. Síðani hevur hann verið valdur inn nógvar ferðir og eisini sitið sum borgarstjóri fleiri setur.

Núverandi borgarstjórin hevur nú verið býráðslimir í 50 ár, og í hesum sambandi við skipar Tórshavnar kommuna fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi fríggjadagin 3. februar 2023.

Hetta skrivar torshavn.fo.

Tá næsta skeiðið byrjar tann 1. januar 2025, hevur núverandi borgarstjóri sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár. Harvið kann Heðin Mortensen taka metið sum longst sitandi býráðslimur í øllum ríkisfelagsskapinum.

Móttøkan fyri Heðin Mortensen er millum klokkan 15 og 18 fríggjadagin 3. februar, og tá verður høvið hjá øllum at støkka inn á gólvið í høllini á Hálsi at heilsa uppá borgarstjóran, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder