Innanlands

Integratiónsnevndin bjóðar skoyting og heitt kakao leygardagin

Hetta er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nevndini er at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið

Integratiónsnevndin, umframt at vera ráðgevandi til borgarstjóran og umsitingina, hevur eisini eitt ynski um at vera sjónligt í samfelagnum, og tað er hetta eitt gott høvi til, sigur borgarstjórin (Mynd: Karl Johansen)

Integratiónsnevndin, umframt at vera ráðgevandi til borgarstjóran og umsitingina, hevur eisini eitt ynski um at vera sjónligt í samfelagnum, og tað er hetta eitt gott høvi til, sigur borgarstjórin (Mynd: Karl Johansen)

2023-01-26 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Klaksvík er ein integratiónsnevnd, sum millum annað skal skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið.

Sum liður í hesum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, og leygardagin verður eitt slíkt tiltak við skoytibreytina á Biskopstorginum.

Tá bjóðar nevndin ókeypis skoyting, umframt heitt kakao og bollar til øll í Klaksvík, um hava hug til hetta.

Skipað varð fyri líknandi tiltakið í desember 2021, og var hetta sera væl eydnað, skrivar klaksvik.fo. Karl Johansen, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini, vónar eisini, at borgara fara at taka væl ímóti tiltakinum hesaferð.

- Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá integratiónsnevndina, at skoyta ella at fáa sær heitt kakao. Bæði tey, sum altíð hava búð í Klaksvík, og tey, sum eru flutt til kommununa.

Integratiónsnevndini, umframt at vera ráðgevandi til borgarstjóran og umsitingina, hevur eisini eitt ynski um at vera sjónligt í samfelagnum, og tað er hetta eitt gott høvi til, sigur borgarstjórin eisini við klaksvik.fo.

Nevndin virkar undir Klaksvíkar kommunu, og borgarstjórin og fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim, eru millum limirnar. Hini í integratiónsnevndini eru Marjun Lómaklett, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl, Daria Zellmer og Reni Heimustovu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder