Mentan

2400 áhoyrarar til Marius Ziska og Symfoniorkestrið

Um tvær vikur framføra Føroya Symfoniorkesur og bólkurin Marius Ziska 40-ára fagnaðarverkætlanina “Floymandi nærvera”

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-27 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Floymandi nærvera” er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum. Konsertirnar verða tríggjar í tali, og eru tær allar standikonsertir.

Arbeitt hevur verið við hesari verkætlanini í góð tvey ár, og sera nógv verður gjørt burtur úr konsertunum. Verkætlanin er partur av strategiini hjá symfoniorkestrinum at blanda tónleikasjangrur og at røkka fleiri áhoyrarum. 

Í sambandi við konsertina framleiðir forlagið Sprotin eina serliga skrá. Skráin rúmar forteljing um sangskrivaran og tónleikararan Hans Marius Ziska og um teksthøvundin Hans Jacob Kollslíð. Tekstirnir hjá Hans Jacob Kollslíð eru at finna í skránni, og eisini eru løg við nótum og akkordum hjá Marius Ziska.
Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason hava útsett tónleikin hjá Marius Ziska fyri symfoniorkestur. Teir eru allir arrangørar við hollum royndum og teljast millum teir bestu, vit eiga.

Ein serstakur pallur verður bygdur til konsertina, og orkesturuppstillingin verður nakað øðrvísi enn vanliga uppstillingin hjá Symfoniorkestrinum. 

Danin Kent Olsen ljóðblandar hesar tónleikaverðir. Umframt at Kent er fastur ljóðmaður hjá Marius Ziska, tá teir spæla í Danmark, so hevur hann drúgvar royndir at gera ljóð í samansjóðingini av rútmiskum og klassiskum orkestrum.

Súni Joensen er ljóssniðgevi, og ljósparturin er sniðgivin niður í minstu detalju eins og alt annað á konsertini.

2400 fólk fara at lurta eftir Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur 10. og 11. februar, og enn eru nøkur atgongumerki eftir til eykakonsertina, sum verður spæld leygarkvøldið 11. februar kl. 22.30.

Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder