Mentan

Minningarorð um Sigruna Guldbrandsø Nolsøe

Á ársins seinasta degi í 2022 andaðist Sigrun Guldbrandsø Nolsøe. Tá var hennara 89 ára langa lív komið at enda

2023-01-27 08:00 Author image
Minningarorð / Kristianna Winther Poulsen
placeholder

Á ársins seinasta degi í 2022 andaðist Sigrun Guldbrandsø Nolsøe. Tá var hennara 89 ára langa lív komið at enda.  

Sigruna kendi eg, tí hon allan mín barndóm og ungdóm var grannakona okkara á Hvítanesvegnum, og hon og mamma mín gingu næstan dagliga inn á gólvið hjá hvørji aðrari. 

Sigrun og maðurin Thórolvur bygdu hús á Hvítanesvegnum í 1965, og tá foreldur míni og míni eldru systkin búsettust á Hvítanesvegnum í 1967, búðu Sigrun og Thórolvur í grannahúsinum saman við børnunum Jens Paula og Katarinu. So Sigrun hevur verið partur av mínum gerandisdegi, alt tað, eg minnist. 

Sigrun er fødd í Vestmanna í 1933, og foreldrini vóru av Stykkinum og av Válinum í Vestmanna. Ein lagnustund fyri Sigruna var, tá hon sum 2 ára gomul datt út av køksvindeyganum í barndómsheiminum í Vestmanna og fekk stóran skaða á høgra bein. Hendan ógvusliga vanlukkan gjørdi, at beinið seinni varð tikið. 

Tað var rørandi at hoyra hana fortelja um barndómin, og um, hvussu hon sum smágenta púra einsamøll var í Keypmannahavn í longri tíð til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum. Í sendingini Minnismyndir, sum Marianna Debes Dahl legði til rættis, ber til at hoyra Sigruna fortelja um barndómin í Føroyum og um tíðina í Keypmannahavn. Ein sera áhugaverd sending um gerandislív og heilsuverk í Føroyum í 30- og 40-árunum. Sendingin er at finna á kvf.fo. 

Sigrun tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og eftir eitt stutt skifti sum lærarinna í Vestmanna og nøkur ár í Kommunuskúlanum undirvísti hon á Venjingarskúlanum frá 1968, til hon fór úr starvi í 1996. 

Sigruni dámdi væl sítt lívsyrki, og hon tosaði altíð so jaliga um bæði næmingar og starvsfelagar. Hon kom væl fyrireikað til undirvísing og var góð við næmingarnar, sum hon lærdi at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar. 

Sigrun hevði stóran alsk til lærdóm, og hon var á skeiði í serundirvísing í 1965 og 1966 og á praktikklæraraskeiði í 1968 til 69. Eisini var hon á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya í 1981 til 82, og í 1986 bleiv hon liðug sum serlærari. So hon var sanniliga dømi um lívslanga læring, langt áðrenn hetta fyribrigdi hevði fingið eitt heiti. 

Sigrun var altíð blíð at vitja og áhugaverd at tosa við. Hon gjørdi ongan háva burturúr sær sjálvari, og samrøðurnar við hana vóru róligar og hugnaligar. Hon var nærverandi at tosa við, og hon spurdi altíð so áhugað um tað, sum systkin míni og eg fingust við.  

Sigruni dámdi væl at lesa, og eg minnist, hvussu eldhugað hon fortaldi um tær nógvu bøkurnar, hon las. Eisini enskar krimirøðir vóru ein væl dámd tíðardvølja.  

Hon var sera errin av sínum 5 ommubørnum og fylgdi væl við í teirra lívi. Eisini hevði hon 3 langommubørn, tá hon fór foldum frá.  

Tankarnir leita til Jens Paula og Katarinu og til øll tykkara. Tit hava mist eina góða og trúgva mammu, vermammu, ommu og langommu, og saknurin man vera stórur. 

Friður veri við minninum um Sigruna Guldbrandsø Nolsøe. 

Vegna okkum á Hvítanesvegi 13, 
Kristianna Winther Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder