Innanlands

Vil hava landsstýrið at kanna statslán til Suðuroyartunnil

Erhard Joensen hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni, fyrispurning um fígging av Suðuroyartunlinum

Erhard Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Erhard Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-27 10:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vil nú hava at vita, um landsstýrið ætlar at kanna møguleikan fyri einum statsláni frá Danmark til at fíggja Suðuroyartunnilin.

Hann hevur sett Dennis Holm, landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, ein grein 52 fyrispurning um málið.

- Danmark er millum tey einans 11 londini í heiminum, sum hava triple A-rating, sum er hægst møguliga rating, og gevur hetta atgongd til ta lægstu rentuna á altjóða fíggingarmarknaðinum. Tí er áhugavert at kanna, um statslán frá Danmark kann verða ein møguleiki at fíggja Suðuroyartunnilin, spyr Erhard Joensen.

Í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember 2022 segði landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, at Suðuroyartunnilin verður settur í gongd í hesum valskeiðinum, og tað merkir, at byrjað verður at bora í hesum valskeiðinum. Tá landsstýrismaðurin í somu samrøðu bleiv spurdur um fíggingina, svaraði hann m.a. fylgjandi:

“Okur finna ein fíggingarleist fyri tað, tað liggja modellir fyri, hvussu okur loysa tað, so tað loysa okur eisini.”

- Vísandi til omanfyristandandi úttalilsi frá landsstýrismanninum, so fyriliggja tað fleiri modell til fíggingarleist fyri Suðuroyartunnilin, og tí er viðkomandi at fáa eina nærri kunning um, hvørji hesi modell eru, sigur sambandstingmaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder