Innanlands

Holocaust minningarhald í Kelduni

Klokkan 19:30 verður minningarhald í Kelduni. ICEJ Føroyar skipa fyri saman við Vinafelagnum Føroyar – Ísrael

2023-01-27 11:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingið samtykti í 2019 at gera 27. januar til almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp.

Í tí sambandi fara ICEJ Føroyar saman við Vinafelagið Føroyar – Ísrael at skipa fyri einum Holocaust minningarhaldi fríggjakvøldið 27. januar kl 19:30 í Kelduni í Skálafirði.

Á skránni verður m.a. sangur, violin framførsla við myndum, innsløg, og ein fyrilestur við Dag Øyvind Juliussen, sum er dagligur leiðari av ICEJ Norra og partur av høvuðsleiðsluni hjá ICEJ í Jerúsalem, og er eisini aktivur í samkomuvirksemi.

Leygardagin 28. januar klokkan 14 verður sjóneykan sett á Ísrael har Dag Øyvind Juliussen kemur at hava tveir áhugaverdar fyrilestrar

• tann fyrri verður “Ísrael og hersetingin”

• tann seinni “Ísrael í Bíbliuni”.

Fleiri kenna Dag Øyvind frá sendingum um Ísrael á Visjon Norge, har hann gjøgnum árini hevur framleitt yvir 600 sjónvarps- og útvarpssendingar. Hann ferðast eisini javnan runt og undirvísir og prædikar um Ísrael.

Øll eru hjartaliga vælkomin inn í Kelduna í Skálafirði bæði fríggjakvøldið og leygardagin. Drekkamuður verður aftaná bæði tiltøkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder