Innanlands

Umsitingin í Klaksvíkar fingið heimild til at lána 40 milliónir

Hetta er fyri tryggja gjaldførið til liðugtgerð av íløgum í 2023, boðar Klaksvíkar kommuna frá. Nú er samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 milliónir - Fíggjarstøðan verður mett leypandi, og ætlanin er ikki at økja lániskuldina meira

Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru tilsambans 572 krónur játtaðar til íløgurnar. Útstykkingin á Fossum er ein av teimum, og nú skal meira peningur til fyri at gera arbeiðið liðugt (Mynd: klaksvik.fo)

Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru tilsambans 572 krónur játtaðar til íløgurnar. Útstykkingin á Fossum er ein av teimum, og nú skal meira peningur til fyri at gera arbeiðið liðugt (Mynd: klaksvik.fo)

2023-01-27 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu tilsamans 572 milliónir krónur. Harvið vóru í miðal 95 milliónir játtaðar árliga til íløgur.

Tað eru framvegis nógvar stórar verkætlanir í gongd í Klaksvík, hóast fleiri av týdningarmiklu verkætlanunum eru lidnar -  Rennibreytin, kappróðrarneystið, vælveruøkið og barnagarðurin Baldursbrá kunnu nevnast.

- Tó so, so mangla enn nakrar verkætlanir at koma á mál, t.d. ídnaðarøkið á Borðoyarvík, útstykking á Fossum (fyrsta byggistig), barnagarðurin Fjallafín og mentanarhúsið Varpið, umframt at nakað av meirútreiðslum hava verið í samband við onnur arbeiði

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað samstundis verður staðfest, at tað av hesari orsøk er neyðugt at økja um samlaðu lániskuldina hjá kommununi. Hetta fyri at tryggja at verkætlanir, sum framvegis eru í gongd, eisini røkka á mál.

Í hesum sambandi samtykti Klaksvíkar býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið at geva umsitingini heimild at læna 40 milliónir krónur. Við hesum verður samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 milliónir krónur.

Fíggjarstøðan verður mett leypandi, og ætlanin er ikki at økja lániskuldina meira, staðfestir Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder