Innanlands

Skoytibreytin í Klaksvík hevur opið í tíggju dagar afturat

Umleið 6.500 fólk hava skoyta við Biskupstorg hendan veturin. Hetta er eitt nakað hægri tal enn undanfarnu trý árini. 12. februar er seinasti møguleiki á hesum sinni at skoyta í Klaksvík

Frá byrjan hevur skoytibreytin í Klaksvík verið væl umtókt. Umleið 6.500 fólk hava skoyta við Biskupstorg hendan veturin (Mynd: Sverri Egholm)

Frá byrjan hevur skoytibreytin í Klaksvík verið væl umtókt. Umleið 6.500 fólk hava skoyta við Biskupstorg hendan veturin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-02 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skoytibreytin við Biskupstorg er í løtuni tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Hon hevur seinastu fýra vetrarnir verið opin. Hesuferð hevur tað verið møguligt at skoyta síðani 8. desember 2022, og umleið 6.500 fólk hava nýtt hendan møguleikan.

Hetta upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari og skrivar víðari, at talan er um eina lítla øking í mun til undanfarin ár. 

- Vitjanartølini vísa, at tað er serliga væl umtókt at skoyta í desember mánað og upp undir jól. Í januar hava tað serliga verið nógvir skúlar, frítíðarskúlar, barnagarðar og onnur, ið hava leigað skoytubreytina fyrrapartar.

Hendan veturin hava eisini verið lutfalsliga nógvir dagar, har neyðugt hevur verið at havt stongt, orsakað av ringum veðurumstøðum.

[object Object]
Beint eftir at breytin var latin upp (Mynd: Sverri Egholm)

Klaksvíkar kommuna lat skoytibreytina miðskeiðis í býnum upp í desember 2019. Heimasíðan klaksvik.fo skrivar, at tað serliga eru nógv vitjandi í vikuskiftinum, og at gestirnir koma úr øllum landinum.

- So samanumtikið má sigast, at undirtøkan fyri skoytubreytuni hevur verið góð.

Samstundis boðar kommuna frá, at skoytibreytin skjótt letur aftur á hesum sinni: Seinasti dagur, ið møguleiki er at skoyta hendan veturin, er sunnudagin 12. februar.

Opið er frá 15 til 20 mánadag - fríggjadag og sunnudag; leygardag er opið 10-20. Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá 8 til 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder