Vágs kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at Majken Sandá er sett í starv sum nýtt trivnaðarfólk.
Starvið, sum trivnaðarfólk, er eitt samansett móttøku-, samskipara- og skrivstovustarv, og vagur.fo skrivar soleiðis um arbeiðisuppgávurnar.
Trivnaðarfólkið kemur at røkja móttøkuna í kommununi og samskipað og fyriskipað tiltøk, sum tæna kommununi í breiðum høpi. Trivnaðarfólkið kemur eisini at røkja skrivstovuuppgávur, sum antin standast av áðurnevndu uppgávum hjá trivnaðarfólkinum og aðrar fyrisitingarligar uppgávur í umsitingini.
Majken Sandá er ikki ókend sum satarvsfólk hjá kommununi. Hon var avloysari í Miðlatúni frá 2019, til hon gjørdist skrivstovulærlingur í 2021, Eftir lokna læru hevur Majken starvast í Miðlatúni. Umframt hetta, so hevur Majken starvast í fíggjarheiminum sum bankaatstøðingur. Majken er eisini útbúgvin kosmetolog og hevur verið sjálvstøðuvinnurekandi í 14 ár, skrivar vagur.fo
Majken byrjaði í starvinum í gjár, 1. februar 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald