Innanlands

Heilsufótbóltur aftur á skrá í Klaksvík

Royndarverkætlanin í heyst eydnaðist væl, og í ár verður heilsufótbóltur bjóðaður út um várið og um heystið til tey, sum eru 60+. Talan er um tvey skeið á tólv vikur

40 fólk luttóku á vøllinum við Djúpumýru síðsta heyst. Hesuferð verður byrjað seinna hleming av februar (Mynd: klaksvik.fo/FSF)

40 fólk luttóku á vøllinum við Djúpumýru síðsta heyst. Hesuferð verður byrjað seinna hleming av februar (Mynd: klaksvik.fo/FSF)

2023-02-03 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Verkætlanin Heilsufótbóltur 60+ var ein sera væleydnað royndarverkætlan, har 80 kvinnur og menn luttóku: 40 í aktivum leikluti og 40 í einum kontrolbólki. Í ár hevur Klaksvíkar kommuna, saman við Fótbóltssamband Føroya, KÍ og deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, tikið stig til at bjóða tvey heilsufótbóltsskeið fyri 60+.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari í dag, nú stig er tikil til at halda fram við heilsufótbólti. Hesaferð er talan ikki um eina granskingarverkætlan, men tað verður tó møguleiki at luttaka í heilsukanningum áðrenn og aftaná skeiðið.

Les eisini: - Fleri kenna longu stórar heilsuligar ágóðar

Talan er um tvey skeið á 12 vikur, sum verða boðin út. Eitt skeið í vár og eitt í heyst. Vant verður tvær ferð um vikuna á Djúpumýru, og byrjað verður í viku 8, sum er frá 20. – 26. februar. Heilsukanningarnar vera vikuna áðrenn fyri tey, ið ynskja tað.

Venjingarnar vera mikukvøld kl. 19:00 og fríggjamorgun kl. 8:00, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum, skrivar klaksvik.fo 


Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis um, hvat heilsufótbóltur er: 

Heilsufótbóltur er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið málrættað til hendan aldursbólkin. Tað sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd.

Klaksvíkar kommuna er samstarvsfelagið hjá ABC, har endamálið er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Ein liður í hesum arbeiðinum er at eggja fólki til at vera virkin, saman og hugbundin. Verkætlanin í heyst stuðlaði veruliga undir hesum endamáli, og tí væntast, at tey næstu skeiðini eisini koma at verða stuttlig, gevandi og ein góð uppliving fyri tey, sum ynskja at taka lut.  

Bæði Klaksvíkar kommuna og FSF hava samtykt at arbeiða miðvíst við heimsmálunum, og sigast má, at hetta er eitt átak, sum veruliga stuðlar undir heimsmál nr. 3, sum er at tryggja øllum eitt heilsugott lív og at virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder