placeholder
Innanlands

Nýggjur sjálvhjálparbólkur í Suðuroynni

Sinnisbati setur fyri triðju ferð ein bólk á stovn til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar hava verið sera góðar til undanfarnu bólkar

Bólkurin byrjar 6. mars, ella tá fullteknað er. Pláss er fyri tíggju luttakarum, ið hittast tíggju ferð

Bólkurin byrjar 6. mars, ella tá fullteknað er. Pláss er fyri tíggju luttakarum, ið hittast tíggju ferð

2023-02-03 16:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum byrjar ein nýggjur sjálvhjálparbólkur í Suðri til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Tí bjóða vit tilboðið aftur.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 6. mars, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 10 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 15.30. og 17.30 í hølum í Vági. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er. Tilmelding fer fram umvegis Sinnisbata

Sinnisbati og Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder