Mentan

Tvær ferðir 20.000 krónur í Gekkinum

Yanisa Vestergaard, sum av misgáum ikki slapp ígjøgnum seinasta fríggjakvøld, og Alberta Magnussen gjørdust báðar 20.000 krónur ríkari

Hjá Yanisu Vestergaard manglaði ikki nógv í at vinna 800.000 krónur (Skíggjamynd)

Hjá Yanisu Vestergaard manglaði ikki nógv í at vinna 800.000 krónur (Skíggjamynd)

2023-02-03 20:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tveir dráttir vóru í Gekkinum í kvøld fór eingin stórur vinningur. Bæði Yanisa Vestergaard og Alberta Magnussen vunnu 20.000 krónur.

Sendingin byrjaði við, at Yanisa Vestergaard slapp at snara gekkahjólinum. Av misgávum var ein annar vinnair sum slapp ígjøgnum seinasta fríggjakvøld, og tí slapp Yanisa úr Hvalvík at royna seg í kvøld.

Les eisini: Feilur í Gekkinum: Tveir dráttir verða fríggjakvøldið

Í fyrsta snari lendi Yanisa á 30.000 sum gav henni 90.000 krónur. Hon valdi tó at royna eydnuna enn einaferð, og lendi í øðrum snari á 20.000 krónum sum gav henni 40.000 krónur.

Eina og síðstu ferð varð roynt, og tá mundi eydnast. Tveir seymir var hon frá at lenda á reyða leypinum og vinna 800.000 krónur.

20.000 krónur bleiv tað so til hjá Yanisu í Hvalvík.

Síðst í sendingini var tað so gekkaspælarin í kvøld við fullari plátu, sum slapp at royna eg. Barbara Gaardlykke á Glyvrum ringdi fyri mammu sína, sum hevði fulla pláttu.

Hon valdi at deila upphæddina út á leyparnar - 800.000 krónur á hvørjum. 

Í fyrsta snari lendi hon á 30.000 krónum, sum falda við trý gav 90.000 krónur. Men tá ein hevur møguleika at vinna 800.000 krónum, eru fá sum steðga í fyrsta snari.

Í øðrum snari lendi hon á 40.000 krónur og faldað við tvey gav hetta 80.000 krónur, men steðgað var heldur ikki her. Eydnan skuldi roynast fyri seinastu ferð.

Tá bleiv tað lægsti vinningur á gekkahjólinum. 20.000 krónur, men tað eru eisini pengar.

[object Object]Tað manglaði nakað í hjá Albertu Magnussen (Skíggjamynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder