Mentan

Føroysk framleiðsla í 135 ár

Síðani 1888 og nú í 135 ár hevur Føroya Bjór bryggjað. Hetta verður hátíðarhaldið við ymiskum nýggjum útgávum, ið verða at fáa í næstum

(Mynd: Føroya Bjór)

(Mynd: Føroya Bjór)

2023-02-03 20:12 Author image
Innsent
placeholder

Bjórin 1888 var bryggjað sum ein serútgáva fyrstu ferð tá ið bryggjaríið hátíðarhelt 125 ár. Móttøkan var somikið góð, at vit valdu at halda áfram við henni sigur Annika Waag bryggjari, ið hevur ment hesa bjórina.

Nú verður 1888 til keyps í nýggjum búna í 33 cl. Smakkurin er hin sami serstaki við lættari elegantari frukt- og humluaroma. 

Bjórin hóskar væl sum ein apertif ella at njóta afturvið góðum mati, so sum fiskarættum og løttum rættum verður sagt frá Føroya Bjór.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder