Innanlands

– Tørvur er á at tryggja okkum best møguligt

Johan Dahl, tingmaður hevur spurt løgmann, um Føroyar hava eina tilbúgvingarskipan, sum kann tryggja okkum, tá serstøður sum eitt nú kríggj uppstanda

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-04 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hava vit í Føroyum eina tilbúgvingarskipan, sum kann tryggja, at vit gera nøktandi átøk, tá serstøður sum eitt nú kríggj uppstanda?

Tað vil Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hava Aksel V. Johannesen, løgmann at svara uppá.

– Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og hava ein rættiliga opnan búskap við stórum altjóða samhandli ella út-og innflutningi. Tað kunnu serstøður uppstanda sum kríggj, har vit t.d. ikki kunnu fáa fatur á teimum vørum, okkum tørvar, og sum vit vanliga innflyta.

– Tey fimm størru Norðurlondini hava hesi stórmál á dagskránni, nú støðan í Evropa er óstøðug og hevur víst okkum, hvussu skjótt umstøðurnar kunnu broytast, sigur Johan Dahl.

Fyripurningurin hjá Johan Dahl er soljóðandi:

1. Í hvønn mun heldur løgmaður, at spenta støðan í Evropa við framhaldandi kríggi í Ukraina kann ávirka Føroyar?

2. Hvørji øki í føroyska samfelagnum heldur løgmaður kunnu verða rakt av krígsstøðuni í Ukraina?

3. Um so er, at Føroyar hava eina tilbúgving - tilbúgvingarskipan og tilbúgvingarætlan - um ein kreppustøða tekur seg upp sum avleiðing av krígsstøðuni í Ukraina, hvat inniheldur henda tilbúgving?

4. Um Føroyar ikki hava eina tilbúgving, sum nevnd í spurningi 3, heldur løgmaður, at tørvur er á slíkari tilbúgving, og hevur løgmaður nakrar ítøkiligar ætlanir og tíðarætlan fyri, hvussu hendan skal fyrireikast, skipast og setast í verk?

5. Hava landsmyndugleikar gjørt nakað yvirlit yvir vørur, tænastur, hjálparátøk, útgerð o.a.,sum eigur at vera á goymslu og tøkt til nýtslu í ávíst tíðarskeið, um kreppustøða tekur seg upp - eitt nú neyðsynjarvørur sum matur, heilivágur, olja o.a.?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder