Innanlands

Elding setti vaktir at kanna kundarnar

Orsøkin var, at alarmskipanin ikki riggaði sum hon skuldi. Elding biður um umbering, og harmast um, at fólk hava følt seg stoyttan

(Mynd: Elding Elrisin)

(Mynd: Elding Elrisin)

2023-02-04 16:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elding biður í dag kundarnar um umbering til tey, sum hava følt seg stoyttan seinastu dagarnar.

Handilin hevur havt stóra útsølu í nýggja Elding SMS, sum læt upp herfyri. 

Men trupulleikar við alarmskipanini hava havt við sær, at eyka vaktir høvdu til uppgávu at standa við dyrnar og kannað, at alt fór rætt fram, og at fólk ikki fóru avtað við nøkrum, sum ikki varð goldið.

- Vaktirnir vóru eisini settir, tí at vit høvdu í hesum sambandi fleiri vørur til sølu á torginum, ið kundar okkara høvdu møguleika at keypa við at rinda í handlinum. 

- Vit eru sera hørm um, at fólk hava følt seg stoyttan, ella at ov stórt inntriv er gjørt inn á tey, tað var als ikki ætlanin. Vit skilja væl at fólk, ið eru kannaði hava følt seg illa, og tað vilja vit tí biðja um umbering fyri.

Elding sigur, at alarmskipanin riggar nú aftur sum hon skal, og at tey eru gjørd varug við, at tey skuldu havt steðga við at hava vaktir, fyrr enn gjørt var.

Les eisini: Keyptu Power fyri at koma nærri brúkaranum

Les eisini: Lang bíðirøð tá Elding SMS læt upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder