Mentan

Nú kann søkjast um stuðul til mentan og list

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og stuðul til myndlistafólk er 15. mars, meðan freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómstiltøk er 15. apríl, upplýsir Almanna- og mentamálráðið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-05 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 verður, eins og onnur ár, peningur væntandi settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Og nú ber aftur til at søkja um stuðul, upplýsir Almanna- og mentamálaráðið.

Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg, og stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð.

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og stuðul til myndlistafólk er 15. mars. Í fjør var játtanin til hetta ávikavíst 1.120.000 og 150.000 krónur.

Freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði er 15. apríl.

Tann upphædd, sum Almanna- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.

Játtanin er 15 prosent av veddingarpengunum, sum verður kunngjørd í vár, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder