Innanlands

Kunnu rokna við avlýsingum fyrst í komandi viku

Veðrið væntast at ávirka samferðsluna mánadagin og nakrar dagar fram, sigur Strandferðslan

Smyril (Mynd: Sverri Egholm)

Smyril (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-05 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi dagarnar verður boðað frá nógvum vindi, og roknast kann við, at hetta fer at ávirka samferðsluna.

Strandferðslan skrivar á heimasíðuna, at roknast kann við broytingum og/ella avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum frá mánadegnum 6. februar og nakrar dagar fram.

Higartil er tó ikki boðað frá nøkrum avlýsingum ella broytingum.

Í løtuni verður boðað frá nógvum vindi kring landið. Koyrilíkindini hjá Landsverki kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder