Uttanlands

Iranskir miðlar: Iranski leiðarin náðar tíggjutúsundatals fangar

Hetta verður gjørt í sambandi við ársdagin fyri iransku kollveltingina, sum var í februar 1979

Ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

Ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

2023-02-05 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei hevur, sambært iranskum miðlum, náðað tíggjutúsundatals fangar – harav fleiri, sum vórðu handtiknir fyri at hava tikið lut í mótmælunum móti iranska stýrinum seinastu mánaðirnar.

Hetta varð gjørt í sambandi við ársdagin fyri iransku kollveltingina, sum var í februar 1979.

Millum fangarnar eru fólk, sum sambært iransku statsmiðlunum ikki eru skuldsettir fyri at njósna fyri útlendskar tænastur, hava beinleiðis samband við útlendskar agentar, hava framt morð og harðskap, oyðilegging ella eldáseting.

Sambært tíðindastovuni Hrana eru uml. 20.000 mótmælisfólk handtikin í Iran seinastu mánaðirnar.

Sambært Ritzau hevur eingin annar enn iransku statsmiðlarnir váttað tíðindini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder