Innanlands

Myndir: 33 sveinar fingið prógv á Glasi

Fríggjadagin var prógvhandan á yrkisnámi á Glasi

Tanja Danielsen, fyrsti kvinnuligi rør- og blikksmiðurin í Føroyum, var millum teirra, sum fekk prógv fríggjadagin (Mynd: Glasir)

Tanja Danielsen, fyrsti kvinnuligi rør- og blikksmiðurin í Føroyum, var millum teirra, sum fekk prógv fríggjadagin (Mynd: Glasir)

2023-02-05 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 3. februar var prógvhandan á yrkisnámi á Glasi, har 33 sveinar fingu handað prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir.

Á hátíðarligu løtuni, har sveinar, familja, vinfólk, lærarar og meistarar vóru til staðar, vóru talur, tónleikaframførsla og sjálvsagt prógvhandanir.

Løtan gjørdist eisini søgulig, tá Una Joensen, rektari, handaði Tanju Danielsen, sum er fyrsti kvinnuligi rør- og blikksmiðurin í Føroyum, prógv, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.

Niðanfyri eru myndir frá prógvhandanini.

[object Object]Bilsmiðir frá vinstru: Hans Kristian Lindenskov, Berg Motors, Jan David Hansen, BBR Service. Vantar á myndini: Rósa Miðalberg, Bil- og Dekkverkstaðið.

[object Object]

Elektrikarar frá vinstru: Eyðstein Arnason Johansen, El-Service, Jens Bartal W. Undir Skarði, LM Electric, Jóannis á Steig, LM Electric, Jógvan á Steig, El Net, Kári Sólsker, El-Service, Magni Weihe, LM Electric, Olga Esterina Kislova, LM Electric, Regin í Gerðinum Olsen, El Net, Rógvi Larsen, LM Electric, Sámal Jákup Jóhannusarson, LM Electric. Vantar á myndini: Aleksandur Larsen Black, Install.

[object Object]Maskinsmiðir frá vinstru: Erolf Teddy Olsen, Landsverk, Gundur Johansen, Varðin Pelagic, Hjalti Hermansson, Mest, Julian Hayfield Eysturdal, Articon, Pól Torgeir B. Jacobsen, SEV. Vanta á myndini: Dann Poulsen, NomaTek og Jóhann Erlingur Weihe, Mest.

[object Object]
Smiðir frá vinstru: Benjamin Skorá, Mest, Birgir Ryan, Demich, Eirikur Jensen, Demich, Hákun á Plógv, Orkuloysnir, Josva Magnussen, Mest, Tanja Danielsen, Demich.

[object Object]

Húsasmiðir frá vinstru: Boas Søderstrøm Nielsen, Eysturlon, Gilli Sjúrðarson Holm, Búsetur, Hans Olaf á Hvítubrúgv Garðalíð, Búsetur, Hørður Heðinsson Askham, BE Smíð, Jákup Klein Hanssen, Articon, Jan Arge, J. og K. Petersen Contractors, Jens Mogensen, Húsavarðatænastan, Jónas Warner, M. H. Smíð, Óli Christian Holbæk Mortensen, CS-Hús, Óli Højsted, ÁTS, Ragnar Skála, Húsavarðatænastan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder