Innanlands

Kynssjúkur ovast á skránni í Viku Sex

Felagið Kyn fer hesa vikuna út á miðnámsskúlarnar av hava seksualundirvísing um kropp, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging og annað

2023-02-06 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað.

Aftur í ár fer felagið Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.

Hetta er fjórða árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum kroppur, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.ø.

Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn.

Í ár hevur Kyn valt at leggja størri dent á kynssjúkur, og hvussu tær kunnu fyribyrgjast.

Kynsjúkur eru mest millum ung, tølini fyri tilburðir av kynssjúkum eru høg, og avleiðingarnar kunnu vera álvarsamar. Men tað er lætt at fyribyrgja, um upplýsingin er nøktandi.

Fram móti Viku Sex hevur Kyn lagt høvuðsdent á fyribyrging og kynssjúkur við m.a. at gera eina almenna spurnarkanning um evnið og við ymiskum kunnandi tilfari á Instagram, TikTok og Facebook.

Skipað verður fyri einum ókeypis almennum tiltakið hóskvøldið 9. februar kl.19 í Perluni í Havn. Evnið er fyribyrging og kynssjúkur.

Á skránni verður fyrilestur, úrslit av spurnarkanningini, sofaprát, søla av Kyn-taskum o.a. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder