Innanlands

Tænastu- og tilfeingisvinnurnar minni bjartskygdar

Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17

2023-02-06 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Konjunkturbarometrið fellur, tí treystið er minni í mun til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá ymsu vinnubólkunum. Tað er serliga í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, at bjartskygnið minkar. Húsarhaldini vænta sær tó meira av framtíðini.

Hetta framgongur í nýggjastu treystikanningini, sum Hagstovan hevur gjørt.

Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum. Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið lækkar. Ávísin fyri byggivinnuna hækkar nógv, meðan ávísin fyri húsarhald hækkar eitt lítið vet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar fyri januar er 0 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð í juni í 2022, tá vísitalið fyri brúkaravæntanirnar vísti -5.

Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru munandi færri hesaferð í mun til kanningina í januar 2022, ið meta tað verða røttu løtuna. Vit skulu heilt aftur til tíðina undir fíggjarkreppuni fyri at síggja eitt eins lágt nettotal. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkarirnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í brúkarakanningini siga húsarhaldini seg vænta, at arbeiðsloysið um eitt ár sammett við í dag verður størri. 

Handilsvinnan verri útlit

Ávísin fyri handilsvinnuna er næstan hin sami sum til kanningina seinast. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini tykjast meiri afturhaldin og møguliga bíða við størri keypum vegna stóra prísvøksturin seinasta árið, eru væntanirnar til søluna komandi árið falnar.

Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið verða betri enn til undanfarnu tríggjar kanningarnar.

Størri treysti í byggivinnuni

Nýggjasta kanningin vísir,  at ávísin fyri byggivinnuna veksur úr 12 í 61, sum er eitt lutfalsliga stórt lop. Spurdu fyritøkurnar meta gongdina hava verið góða seinasta árið.

Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 15 mánaðirnar, ið er hægri enn í sjey teimum seinastu kanningunum undan hesari. Somuleiðis eru bíleggingar í løtuni eisini fleiri. 

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 24 til 8. Spurdu fyritøkurnar meta sín marknaðarlut verða viknaðan í mun til seinastu kanningina undan hesari, og bíleggingarnar eru færri. Tænastuvinnan letur eisini verri at gongdini hesaferð enn í seinastu tveimum kanningunum undan hesari.

Hóast 2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum, og ferðafólkini vóru munandi fleiri í tali í 2022 enn undir koronufarsóttini, so meta fyritøkurnar eftirspurningin ikki verða eins stóran sum til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder