placeholder
Mentan

Noreg hevur funnið sín grand prix-sang

Men tað verður hildið, at hann líkist heldur nógv einum sangi, sum var við í svensku kappingini í fjør – dømið sjálvi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-06 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið valdi Noreg sítt umboð til evropeisku Eurovision sangkappingina verður í Liverpool í mai mánaði.

Níggju sangir vóru við í finaluni, og vinnari gjørdist 20 ára gamla norsk-italska Alessandra Mele við sanginum “Queen of Kings”.

Alessandra hevur italskan pápa og norska mammu. Er fødd og uppvaksin í Italia og nýliga flutt til Noregs.

Longu nú verður mett, at sangurin átti at havt góðar møguleikar fyri at koma langt í altjóða kappingini.

Men spurningurin stingur seg upp, um sangurin ikki líkist alt ov nógv sanginum “Run to the Hills”, sum Klara Hammarström sang til svensku sangkappingina í fjør. “Run to the Hill” gjørdist tá nummar seks.

Dømið sjálvi:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder